Nú er aftur landsynningur við vindi og regni. Regnið kemur kemur úr einum brúgvalagi sunnan fyri Føroyar. Vindurin í morgun er heilt upp í hvassan vind og skrið, 15 til 20 m/s. Ættin er landsynningur, sum seinni í dag fer at flyta seg niður í sunnan. Tá fer vindurin at minka niður í eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 10 til 15 m/s. Tað er ikki allasteð tað regnar í Føroyum í morgun. Fyri tað mesta er talan um støðini við høgum fjøllum í Norðuroyggjum, Norðurstreymi, Vágum og Suðuroy.