Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindur í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað er enn fitt av vindi kring oyggjarnar. Vindmátarar hjá Landsverki vísa í miðal upp í eitt skrið, 18 til 22 m/s, úr útsynningi. Men tað er stórur munur á mátingunum. Í Gjáarskarði eru 34 m/s (!); meðan í Runavík eru bert 4 til 9 m/s. Tað er stórur munur á einum andøvsguli og ódn, men soleiðis er veðrið so ymiskt hjá okkum her í Føroyum. Alt velst um ættina.

Vindurin sær út til at fara vera verandi tann sami í dag. Broytinging verður lítil og eingin í vindferðini, men ættin fer at vera eitt sindur lægri – niður ímóti útsynningi-suðuri ella úr beinum suðuri. Ælingar fara at vera av og á, men teir fara at fækkast seinnapartin.

Hitin í dag fer at liggja um 8 til 10 stig.