Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vindur í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Hampuliga fitt av vindi verður í vikuskiftinum – serliga sunnudagin. Tá fer miðalvindferðin at liggja um storm.

Lágtrýstini vestanífrá koma eftir snóri – steðga á leiðini ímillum Ísland og Grønland, tí eitt hátrýst yvir Finnlandi forðar. Ímillum hesar báðar skipaninar – lágtrýstið og hátrýstið – er vanligt, at nógvur vindur er. Soleiðis verður í vikuskiftinum.

Harafturat verður trýstið í miðjuni av lágtrýstinum ógvuliga lágt – um 940 hPa seinnapartin sunnudagin. Og tað er lágt, ógvuliga lágt!

Lágtrýstini eru og verða plaserað í Grønlandsfjørðinum í vikuskiftinum – ættin í Føroyum fer tí at liggja ímillum landsynning-sunnan og útsynning alt vikuskiftið og inn í næstu viku.

Meira ítøkiliga, so verður landsynningur-sunnan í dag, í kvøld og í nátt, 14 til 20 m/s, ælaveður við regni, hitin fer at liggja um 6-7 stig. Leygarnátt fer at regna.

Í morginári minkar niður í 13 til 18 m/s, men tað kann væntast regn allan dagin. Seint leygarkvøldið minkar vindurin niður í 8 til 12 m/s, men sunnunátt fer aftur at veksa, og klokkan 6 sunnumorgun er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s. Tað fer eisini at regna sunnumorgun.

Fyrrapartin sunnudagin veksur upp í 20 til 25 m/s eina løtu, og tað fer at regna illa. Seinnapartin slítur í, og vindurin minkar niður um 20 m/s.

Gott vikuskifti.  

Harleywoodpaint