Alt vikuskiftið fer vindurin at koma úr útsynningi ella eitt lítið sindur hvørjumegin útsynning. Vindferðin verður ikki tann saman alt vikuskiftið – fer at skifta ímillum eitt andøvsgul og skrið – í støðum storm. Avfallið fer at koma oa fara eisini. Hitin í luftini fer at minka eitt sindur – luftin úr miðjum Atlantshavi er lýggj, men leygarnáttina fer luftin at koma av leiðunum í Kanada, og hon er kaldari.
Alt vikuskiftið fer vindurin at koma úr útsynningi ella eitt lítið sindur hvørjumegin útsynning.
Vindferðin verður ikki tann saman alt vikuskiftið – fer at skifta ímillum eitt andøvsgul og skrið – í støðum storm. Avfallið fer at koma oa fara eisini. Hitin í luftini fer at minka eitt sindur – luftin úr miðjum Atlantshavi er lýggj, men leygarnáttina fer luftin at koma av leiðunum í Kanada, og hon er kaldari.
Veðrið hetta vikuskiftið fer at verða stýrt av tí, sum fer at ganga fyri seg í Grønlandsfjørðinum. Hagar er eitt sera djúpt lágtrýst komið – trýstið er ógvuliga lágt í miðjuni, 942hPa í morgun klokkan 6. Stór megi er í slíkum lágtrýstum, og vindurin rundan um tað nógvur. Lágtrýstið fer ikki at flyta seg stórvegis í vikuskiftinum, fer at liggja í Grønlandsfjørðinum. Tíbetur fyri okkum, sum búgva her í Føroyum. Men vit sleppa ikki heilt snikkaleys, hóast ta stóru frástøðuna.
Vindur fer at koma úr útsynningi – ella beint oman- og ella niðanfyri. Við hvørt fer ættin at sníkja seg niður í útsynning-sunnan; við hvørt upp í útsynning-vestan.
Tað verður ikki nógvur vindur alla tíðina, men heildarmyndin er hon, at vindferðin fer at liggja um hvassan vind og skrið, og – líka sum við ættini – nøkur frávik vera upp- og niðureftir. Viðvíkjandi avfalli er myndin tann sama sum við vindferðini og ættini. Best er at rokna avfallið støðugt við nøkrum glottum ímillum – longri og styttri.