Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vindurin minkar út á seinnapartin

Hanus Kjølbro

Nógvur vindur hevur verið í gjár og í nátt. Miðalvindurin hevur ligið um 20 til 25 m/s fyri alt landið, tó at tað í støðum hevur verið nakað væl meiri enn tað. Og so eru tað hvirlurnar afturat.

Veðrið hevur higartil verið næstan sum væntað gjáramorgun og fyrrakvøldið.

Lágtrýstið er nú statt við strondina í Noregi, beint eystur úr Føroyum. Trýstið í miðjuni er 969hPa. Mesti vindurin kring lágtrýstið er her hjá okkum í Føroyum. Miðalvindurin er enn 20 til 25 m/s, og hvirlurnar 1½ til 2 ferðir harðari.

Lágtrýstið er á veg suðureftir og tekur illveðrið við sær. Men tað tekur sína tíð. Tað verður ikki, fyrr enn nakað er ligið út á seinnapartin, at vindurin fer at minka.

Sum veðurkortini síggja út í løtuni, so er vindurin minkaður niður í 15 til 20 m/s um nátturðatíð; á midnátt 10 til 15 m/s.