Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vindurin veksur í nátt

Hanus Kjølbro

Nakað av vindi er í kvøld, miðalvindurin er 10 til 15 m/s av landnyrðingi av landnyrðingi-norði saman við vátakava. Ælaveður.

Tað er eitt lágtrýst, sum stendur yvir Suðuronglandi, sum dregur hesa luftina til sín av leiðunum við Svalbard.

Í nátt fer vindurin at veksa eitt sindur afturat, upp í 15 til 20 m/s um 8-tíðina í morgin, samstundis sum ættin hækkar upp í norðan. Framvegis ælaveður.

Fyrrapartin í morgin veksur vindurin enn eitt sindur, upp í 18 til 23 m/s á middegi. Í morgin er ælaveður allan dagin, og hitin fer at liggja um 3-4 stig.

Minkandi spakuliga út á seinnapartin, 15 til 20 m/s á midnátt.

Fríggjadagin er framvegis nakað av vindi – 15 til 20 m/s av norði til einaferð seint seinnapartin.

Harleyfacadeacryl