Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnan eigur at finna saman

John William Joensen

sigur Ólavur Poulsen, skipari á Søkanum, sum heldur at lítið høpið er í tilmælinum frá Fiskirannsóknar-stovuni.

Ólavur Poulsen, fyrrverandi formaður í útróðrarfelagnum, er ein av ungu monnunum í Klaksvík sum hevur valt sær útróður sum vinnuveg og í dag eigur og rekur hann línubátin Søkan.

Hann heldur at tað alt ov ofta hevur eydnast politikarum og fiskifrøðingum at sáa split í vinnuna.

– Eg má siga sum er at tilmæli frá Hjálta í Jákupsstovu, stjóra á Fisirannsóknarstovuni, er púra burtur við – men tað er í tráð við tað sum vit so mangan hava upplivað áður.

– Um stjórin á fiskirannsóknarstovuni spældi við opnu kortum og veruliga ynskti at verja fiskastovnarnar – so hevði tilmælið sjálvandi verið at skorið niður uppá alla veiðu.

– Men við bara at taka ein bólk av skipum burtur úr so eydnast at skapa split í vinnuni og so er frítt spæl.

– Eg má siga at eg ongantíð havi sæð nakað samband millum tað sum fiskirannsóknarstovan er komin við og tað sum vit sum dagliga fáast við fiskiskap upplivað úti á feltinum.

– Ídnaðarskipini og partrolararnir verða næstan ikki skerdir og tað er trupult at skilja tá ein fiskur jú er líka so nógv deyður um hann er veiddur við trolið ella húki.

– Við at fara eftir einum bólki hava fiskifrøðingarnir og politikararnir tryggja sær at vinnan ikki kann standa saman – og tað er sera harmiligt.

– Vit minnast øll skilið í 90 unum tá fiskifrøðingarnir sóu svart og søgdu at stovnurin var niðurfiskaður og so brendu vit aftur í stóran toska. Hesin toskurin vit fiskaðu var ikki uppvaksin á føroyskum grunnum – og fiskifrøðin hevur enn ikki megnað at givið svar uppá hvaðani hesin fiskurin kom.

Fiskivinnan og avleiddar vinnur
sum ein maður
– Vit liva jú øll í botn og grund av fiskitilfeinginum og tí átti tey, sum eiga skipini, fiskavirkini og aðrar vinnufyritøkur sum liva av fiskivinnuni – at funni saman í eitt breitt samstarv – fyri at staði sum ein maður móti politisku skipanini.

– Skal ikki alt fara fyri bakka er hetta avgerandi neyðugt.

Óseriøst orðaskifti
Í vikuni hevur Dimmalætting eina drúgva samrøðu við stjóran í alifyritøkuni P/F Luna, sum eisini er limur í fiskiorkunevndini har sagt verður at hóttafall stendur fyri framan tí vit lurta ikki eftir fiskifrøðini.

– Eg haldi tað verða ótrúligt at ein stjóri á eini alifyritøku, í eini vinnu sum er farin á heysin fleiri ferðir, nú skal fortelja hvussu vit skullu húsast í fiskivinnuni?

– Eg takið hattin av fyri Hans Paula Strøm, sum gjørdi tinginum greitt at hann á ongan hátt kundi góðtaka eina einastu uppsøgn á landssjúkrahúsinum.

– Hann vardi tað økið hann er settur at umboða – men vit síggja beint tað øvugta við okkara ráðharra í fiskivinnumálum.

– Bjørn Kalsø var sera lítið sjónskur og trupul at fáa á tal – men nú boðar Tórbjørn frá at hann stuðlar undir ætlanirnar at skerja vinnumøguleikarnar hjá okkum, sum liva av fiskivinnuni.

– Ein landsstýrismaður slær nevna í borði og góðtekur ikki skerjingar meðan hin gongur við til at menn, sum kanska hava havt eina fortjenastu upp til 320.000 krónur í 2007 – nú skullu liva við 150.000 krónur um árið??

– Vit sum liva av fiskivinnuni kenna til at laga seg til vánaligan fiskiskap og góðan fiskiskap. Men alt verður tvífalt tyngri um politiska skipanin nú eisini skal leggja stein oman á byrðu.

– Ferð fiskivinnan fyri bakka verður tað eisini svangligt aðrastaðni í samfelagnum!