Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnan, havnaútbyggingar og vørugjøld

John William Joensen

Ofta er havt á lofti órætturin, at fiskaframleiðslan fer fram úti um landið meðan Tórshavnar Havn fer við øllum vøru- og havnargjøldum fyri bæði inn- og útflutning

Av og á hevur verið tosað um, at ongin orsøk er til, at útbyggja fleiri havnir í Føroyum, tí nú er sambandið so gott oyggjanna millum.

Henda hugsanin hevur ikki botn ú veruleika, tí har sum skip eru og hoyra til, eru eisini havnarútbyggingar støðugt farnar fram ígjøgnum árini, hetta hevur verið neyðugt og júst hetta hevur skapt framgongdina í Føroyum.

Líka inntil nú hava farmaskipini lagt at í stóru havnunum í Føroyum, og soleiðis hevur eisini verið í Klaksvík. har Klaksvíkar Havn hevur fingið sínar inntøkur.

At skipaavgreiðslur gera upp við seg sjálvar, hvat best er fyri tær, er eitt, men tað politikarar kundu megnað, er at funnið ein býtislykil, so m.a. Klaksvíkar Havn fekk sínar inntøkur av framleiddum vørum í Klaksvík og eisini fyri inngangandi farm.

Tíðin komin at handla
Ídag er tað blivið so, at allur inn- og útflutningur fer yvir kaikant í Havnini, og seinastu árini er so tað hent, at skipavgreiðslurnar nú bara sigla á Havnina.

Norðlýsið hevur fleiri ferðir áður gjørt vart við hetta óskil, bæði í samrøðum við lands- og kommunalpolitikarar og víst á onkrar vegir at ganga.

Tá vit hyggja at Klaksvíkar Kommunu, sum er myndugleiki fyri størsta fiskivinnubý í Føroyum, sum hevur, sum tvingandi neyðugt, gjørt eina havnarútbygging fyri 89 mió. krónur, ella at virksemið hjá bæði Christian í Grótinum og JFK vórðu løgd aðrastaðni, so eru havnar- og vørugjøld heimahoyrandi í Klaksvík.

Í dag verður stórur partur av framleiðslu, sum verður løgd upp her, avskipað yvir Tórshavnar Havn. Tí er tíðin komin, har bæði kommunal- og landspolitikarar her í Klaksvík og fyri so vítt eisini í Eysturoynni í felag taka hetta álvarsmál upp, og ikki bara yppa øksl og siga: "Tað gongur nokk". – Nei hetta gongur nevniliga ikki longur.

Vinnan, kommunu- og landspolitikarar bæði í Klaksvík og í Eysturoynni eiga nú í felag at taka hetta álvarsmál upp og ikki bara lata standa til. Bæði havnar- og vinnuviðurskifti í hesum so sterka vinnuøki, skulu byggja út, sum tíðir ganga, tí her er eisini talan um Skálafjørðin, og eysturplássini á Eysturoynni.

Alt hetta økið er bundin til hetta fyri at fíggja fleiri útbyggingar.

Harleyfacadeacryl