Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnan og vinnufeløg stuðla mentan og føroyska sjóvinnusøgu

John William Joensen

Føroya Sjómannadagur hevur tað framum nógv tiltøk, sum eru millum ár og dag. Øll tiltøk verða ókeypis.

Vituligt er, at einki er, sum ikki kostar pening, tí hevur verið neyðugt at fingið stuðlar ella sponsorar, sum tað eisini eitur.

Forkunnuga framsýningin av modellskipum hjá listamanninum Hans Jacob Fuglø, sum verður í Eik í Klaksvík, og sum opnar ídag kl. 16, er sera spennandi.

Framsýningin – sum helst bert verður einaferð í mong ár – kundi ikki verðið til veruleika, uttan tvinnandi leiklutir. Hesir eru ognarar av skipunum, bæði privatir og stovnar, sum við vælvilja hava lænt hesi nógv verdu listaverk, og síðani teir, sum hava stuðlað framsýngini.

Tey feløg, sum hava víst beinasemi og sæð søguliga týdningin av okkara skipasøgu, sum skapti Føroyar til eitt nýmótans samfelag og sum vildu stuðlað framsýningina so bæði børn, ung og eldri kunnu vitja framsýningina ókeypis eru:

EIK, Tryggingarfelagið FØROYAR, Bakkafrost, Maskinmeistarafelagið P/f Klaksvíkar Sleipistøð, P/f Enniberg, P/f Sjóberg, P/f Havsbrún, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fonn Flog.