Føroyar skal miða eftir at vera ein sjálvberandi tjóð bæði búskaparliga, mentunarliga og stjórnarskipanarliga.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg er eitt frálíkt grundarlag. Hetta uppskot ásetur, at sjálvstýrislógin skal staðfesta ein samstarvssáttmála – ein samveldissáttmála, sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.
Søgan seinastu 100 árini hevur prógvað, at einki – als einki spyrst burturúr, tá ið ein lítil meiriluti ella ein stórur minnuluti við ógvusligum orðadrátti ætlar at at trýsta einar sjálvstøðugar Føroyar fram. Tað hevur ongantíð givið framburð, og fer ogantíð at gera tað.
Fólkatingssessurin skal brúkast til at slóða fyri einum felagsskapi millum Føroyar og Danmark á jøvnum føti. Einum frælsum felagsskapi, sum gevur Føroyum møguleika fyri at virka sjálvstøðugt millum onnur lond. Er grundlógin ein forðing fyri hesum, ja, so má hesin spurningur loysast við støði í tí arbeiði, sum stjórnarskipanarnevndin hevur gjørt.
Tíverri mugu vit siga, at eisini hetta seinasta valskeiðið hava okkara fólkatingsumboð drigið føroyskar ósemjur niður á røðarapallin í Fólkatinginum, og fløkt føroyskan og danskan politikk saman, heldur enn at slóða fyri semjum.Tað er taparalyndi út um alt mark.
Javnaðarflokkurin ætlar sær inn á vinnarabreytina.
Helena Dam á Neystabø




