Nú er eru vinnararnir funnir til kappingina um vikuskiftispass, sum Summarfestivalurin skipaði fyri á Myspace
Lutakast hevur nú verið, og vinnararnir gjørdust Marin Simonsen úr Havn og Sjúrdur Djurhuus av Strondum.
Vinnararnir fáa boð um My Space og verða bidnir um at seta seg í samband við Summar Festivalin á post@summarfestivalur.fo og upplýsa navn og búðstað. Teir fáa síðani vikuskiftispassini sendandi við postinum.
Summar Festivalinum stovnaði sær konto á My Space 19. feb. 2007, og er vinarskarin longu rættiliga stórur. Talan er fyrst og fremst um føroyingar í aldursbólkinum, 18-30 ár, teirra millum eisini tónleikarar og tónleikabólkar. Millum hesar teljast sjálvandi m.o. The Scorpions, Kim Wilde og Bryan Rice, sum skulu spæla á Summar Festivalinum í ár.
Vitjið Summar Festivalin á www.myspace.com/summarfestivalur.




