Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnararnir av kappróðrinum heiðraðir við m.ø. felags myndatøku

Oliver Joensen

Kappróðrarøkið í Havn var sera væl skipað við millum øðrum, sitiplássum til áskoðarar,ókeypis spæliplass til børnini, parkering til barnavognar og annað mangt.

Harafturat var steypa og heiðurðsmerkjahandanin sera væl skipað. Tórbjørn Jacobsen, helt, honum so líkt eina dundurtalu.

Handanin av heiðursmerkjum og steypum gekk skjótt og væl, hóast tað tók nakað av tíð. Treyðugt so, tí nógv skuldu ígjøgnum og rógvararnir hava so sanniliga heiðurin uppibornan.

At enda var skipað fyri felags mynd av vinnarunum. Vit sum tóku myndir hildu tó at pallurin kundi verið betur skipaður til myndatøku, hóast hann var vælegnaður til felagsmyndina.

Her lata vit myndirnar tala fyri seg. Vit koma seinni við kappróðrarmyndum.