Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnarin funnin av politisku tippingi á Fólkafundinum 2012

Tíðindaskriv

Á Fólkafundinum 2012 í Hoyvíkshølllini 20. og 21. sept. 2012 var kapping har tey vitjandi høvdu møguleika at tippa um nøkur komandi mál á politiska leikvøllinum..

ÁFólkafundinum 2012 í Hoyvíkshølllini 20. og 21. sept. 2012 var kapping har teyvitjandi høvdu møguleika at tippa um nøkur komandi mál á politiska leikvøllinum..

Í fyrstaspurningi varð spurt um hvat øki fór at fáa størri játtan á fíggjarlógaruppskotinumfyri 2013: heilsumál ella útbúgving og gransking. Her var rætta svarið heilsumál.

Næsti spurningurinvar viðvíkjandi uppskotinum hjá Framsókn og Tjóðveldi um nýggja stjórnarskipan.Málið kom ikki til viðgerðar á tingi í táverandi líki, tí er hesin spurningurinfarin úr kappingini.

Í triðjaspurninginum varð tippað um  hvussu nógvorð Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nýtti í síni nýggjárstalu 2012/2013.Løgmaður nýtti 1644 orð.

Vinnarin av tippikappingini gjørdist Hanna Andriasdóttir. Hon gitti at heilsumál fekk størri játtan ennútbúgvning og gransking, og hon var tættast um at gita orðini hjá løgmanni. Hongitti 1600 orð! Hanna vinnur eitt gávukort á 2000 kr. frá Føroya Bjór.

Høvuðsfyriskiparnir,Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð, siga, at fyrireikingarnar tilFólkafundin 2013 eru farnar í gongd, Fólkafundurin 2013 verður hildin 20. og21. september. Tó er ikki avgjørt enn hvar Fólkafundurin 2013 verður hildin. Meirafæst at vita um fólkafundin á facebook.com/folkafundurin