Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnarnir funnir

(Norðlýsið – Tíðindi)

Vinnarar í kappingini, sum varð fyriskipað á "Endurskinsdegnum 7. des 2006" eru nú funnir

Vinnarar í kappingini, sum varð fyriskipað á "Endurskinsdegnum 7. des 2006" vóru hesir:

Nr 1:

6.b í Fuglafjarðar Skúla. Teir 15 næmingarnir savnaðu tils. 697 endurskin ella í miðal 46.

Flokkurin fær 3000,- kr

Nr 2:

7.a í Eysturskúlanum. Teir 19 næmingarnir savnaðu tils. 836 endurskin ella í miðal 44.

Flokkurin fær 2000,- kr

Nr 3:

4.a í Fuglafjarðar Skúla. Teir 16 næmingarnir savnaðu tils. 6544 endurskin ella í miðal 34.

Flokkurin fær 1000,- kr

Føroya Sparikassi hevur latið vinningarnar.

Tað luttóku um 2300 næmingar úr 137 flokkum og 43 skúlum kring landið. Tilsamans vórðu savnað um 33000 endurskin. Í miðal savnaðu næmingarnir 15 endurskin í part.

“Endurskinsdagurin 7. des” hevði eittans endamál, nevniliga at fáa flest møgulig fólk, børn sum gomul, at nýta endurskin og harvið betra um trygdina á vegunum í myrku tíðini.

Kappingin, sum hevur verið fyriskipað í hesum sambandi, hevur minni at týða. Men hesin formurin at bera evnið fram er valdur fyri at skapa spenning, og hann gevur eisini nógvar møguleikar at viðgera evnið, ikki bara í skúlastovuni, men eisini í fjølmiðlunum. Sjálv uppteljingin av endurskinum hava lærarar staðið fyri og hetta hevur verið gjørt eftir leiðreglum frá RFF, sí viðhefta skjal.

Eftir at næmingarnir hava dragsað øll hesi endurskinini í skúlarnar, so hava teir eina uppgávu eftir, nevniliga at:

BERA ENDURSKININI HEIM AFTUR OG HANGA TEY UPP Á VETRARKLÆÐINI HJÁ ØLLUM HÚSFÓLKUNUM – OG SOLEIÐIS ELVA TIL AT TEY VERÐA NÝTT.

Á endurskinsdegnum vóru nógvar myndir sendar til RFF og tær verða í næstum lagdar á www.rff.fo