Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinningsbýti til tryggingartakaran

Tryggingarfelagið Føroyar

Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur á eykaaðalfundi gjørt tað møguligt at veita tryggingartakaranum í Tryggingarfelagnum Føroyum vinningsbýti. Vinningsbýtið verður útlutað í mun til, hvussu stórt møguligt avlop samtakið hevur.

Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur á eykaaðalfundi gjørt tað møguligt at veita tryggingartakaranum í Tryggingarfelagnum Føroyum vinningsbýti. Vinningsbýtið verður útlutað í mun til, hvussu stórt møguligt avlop samtakið hevur.

Sterkt og trygt grundarlag at bera aftur
Tryggingarfelagið Føroyar fylti 75 ár í summar. Hesi mongu árini er felagið vaksið nógv, bæði í vavi og virksemi. Umboðsráðið metir tí, at tíðin nú er búgvin til, at tryggingartakarin veruliga skal kenna, at tað loysir seg at vera limur í fíggjarligum sterkum felagi.

Ynskið um at rinda út vinningsbýti er grundað á, at TF Holding samtakið nú hevur eina hóskandi styrki og trygt grundarlag, sum ger hetta fíggjarliga møguligt:

· Eginognin var nærum 2,5 mia. kr. við hálvárið 2015.

· Solvensurin í TF Holding og dótturfeløgum er nøktandi.

· Kapitaltilbúgvingin í samtakinum er nøktandi.

· Hálvársúrslitið 2015 í samtakinum var 109 mió. kr.

Vinningsbýti av framtíðar inntøkum
Vinningsbýtið er tongt at komandi ársúrslitinum hjá samlaða TF Holding samtakinum. Avgerð um at útluta møguligt vinningsbýti verður árliga tikin á aðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, fyrstu ferð á ársaðalfundinum í apríl 2016, tá endaligt grundarlag fyri møguligum útgjaldi er tøkt.

Útgjald til limir er vanligt uttanlands
At líknandi tryggingarfeløg rinda út til limir, er ikki ókent uttanlands. Í Norðurlondum hava stór tryggingarfeløg so sum Tryghedsgruppen, Gjensidige, GF og Lærerstandens Brandforsikring líknandi skipanir, sum Umboðsráðið nú hevur avgjørt at seta í gildi fyri kundar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.

Stórt frambrot fyri felagið
Hóast skipanir sum hendan eru vanligar uttanlands, so er hon eitt stórt frambrot fyri føroyska felagið.

Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum, metir, at henda avgerðin hjá Umboðsráðnum klárt og greitt sigur føroyingum, at hjá okkum er tað kundin, ið skal hava lut í vinninginum.

Stutt um TF Holding samtakið
Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Felagið eigur fleiri ognir og endamálið hjá felagnum er at umsita hesar ognir á best møguligan hátt. Virksemið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna verður í høvuðsheitum útint umvegis partafelagið TF Holding. TF Holding er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og seks dótturfeløgum, eitt nú Tryggingarfelagið Føroyar, Eik Banki og Betri pensjón.