Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnublaðið er útkomið

John William Joensen

2. útgávan av Vinnublaðnum er útkomin í dag.

Blaðið hevur fleiri spennandi samrøður við føroyskar leiðarar, kannar innkomnar roknskapir fyri 2008 og ger nógv burtur úr heimsins mest framkomna fiskiskipi “Norðborg”.

Vinnublaðið er eitt talgilt vinnuligt tíðarrit, ið liggur ókeypis á alnótini. Fyrsta útgávan varð sera væl móttikin og helst mest lisna føroyska vinnuliga tíðarritið nakrantíð.

– Vit halda at tað hevur stóran týdning, at vinnan hevur ein pall, har hon frítt kann koma til orðanna.

– Somuleiðis halda vit at tað hevur týdning, at almenningurin fær høvi at fáa innlit í vinnulig viðurskifti, ið áður ikki fyrr hava verið atkomulig, uttan hald og gjald.

– At øll fáa lisið Vinnublaðið kann bara økja um áhugan fyri vinnuligum viðurskiftum. Innlit og vitan eru grundleggjandi fortreytir fyri vinnuligum framburði, ikki minst innan íverksetan og nýskapan, sigur Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur, og blaðstjóri á Vinnublaðnum, www.vbl.fo