P/F Føroya Banki, P/F Krúnborg og P/F Tjaldur hava í felag stovnað nýtt framtaksfelag, ið kallast P/F Løkir.
P/F Føroya Banki, P/F Krúnborg og P/F Tjaldur hava í felag stovnað nýtt framtaksfelag, ið kallast P/F Løkir. Partapeningurin í felagnum er 60 milliónir krónur, og endamál felagsins verður at keypa fyritøkur og menna tær
Stovnandi aðalfundur var í P/F Løkir 27. oktober. Á aðalfundinum varð Petur Háberg Jacobsen valdur til formann í nevndini, og Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, varð settur sum stjóri. Hann er eisini nevndarlimur. Triði nevndarlimurin er Líggjas í Bø.
P/F Føroya Banki, P/F Krúnborg og P/F Tjaldur hava hvør sett 20 milliónir krónur í nýggja felagið. Partapeningurin er sostatt 60 milliónir krónur. Partaeigararnir hava avtalað at víðka um eigaraskaran seinni.
P/F Løkir hevur til endamáls at keypa fyritøkur við góðum vakstrarmøguleikum. Talan kann vera um fyritøkur, sum verða einskildar, standa fyri einum ættarliðsskifti ella hava tørv á kapitali fyri at vaksa. Nýggja corporate finance deildin hjá Føroya Banka fer at standa fyri teimum virðismetingum og keypsætlanum, ið gerast skulu, tá framtaksfelagið keypir fyritøkur.
Nevndarformaðurin í nýggja felagnum, Petur Háberg Jacobsen, sigur:
“Við hesum felagnum kunnu vit gera væl størri íløgur enn tær, vit eru førir fyri at gera einsamallir. Vit ætla at gera íløgur í øll feløg, vit halda okkum kunna menna. Talan kann gerast um feløg úr øllum vinnum bæði í Føroyum og uttanlands.”
Fyri Føroya Banka er nýggja framtaksfelagið eitt natúrligt stig at taka:
“Á sumri 2005 løgdu vit eina nýggja virkisætlan fyri Føroya Banka, sum miðar eftir at fáa bankan at vaksa á øllum økjum. Eitt av málum okkara var stovna eitt framtaksfelag, og tann ætlanin er nú framd í verki. Vit síggja stórar vakstrarmøguleikar á hesum øki,” sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka




