Komandi mikukvøld verður spennandi vinnu- og mentannartiltak í Spaniastovu undir heitinum: at gera mun!
Fyrra høvuðsinnlegginum stendur Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, fyri. Hann fer at tosa um týdningin av at vera medvitandi um, hvat hendir í tí einstaka og millum fólk, tá tey samstarva á einum arbeiðsplássi. Helgi er aktuellur við síni nýggju bók, sum hann kallar: Finn teg í organisatiónini.
Seinna høvuðsinnlegginum tekur Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sær av. Hann fer at tosa um tær avbjóðingar, sum liggja í at leiða eitt stórt arbeiðspláss og eina stóra organisatión og at skapa samanhang millum málini hjá fyritøkuni og mátanum, sum organisatiónin virkar uppá.
Tað er ikki av ongum, at man samanber mentanina á arbeiðsplássinum við stýriskipaninia í telduni.
Av tí at tiltakið verður í teirri vinnuligu vøgguni í Klaksvík, Spaniastovu, fer nýggi savnsleiðarin, Andras Sólstein, at hugleiða um Spaniastovu sum vinnuligum nýbroti fyri 180 árum síðani.
Tiltakið byrjar kl. 19:30 og sær skráin soleiðis út:
19:30 Vælkomin og live tónleikur, Rani
19:40 Spaniastova sum vinnuligt nýbrot fyri 180 árum síðani, Andras Sólstein
20:00 Finn teg i organisatiónini, Helgi Ramussen
20:30 Kaffi og lætt ábit
21:00 Um avbjóðingarnar av at leiða eina stóra organisatión, Jan Ziskasen
21:30 Takk fyri og lýsing av komandi tiltøkum, Jógvan Andrias Joensen
Tiltakið er ókeypis og fyri øll við áhuga fyri vinnu og mentan.
Fyrireikararnir




