Nú er aftur rok. Hesaferð er tað Vinnuháskúlin, sum má skerja útbúgvingartilboðini og aftur stendur fíggjarnevnd Løgtingsins fyri skotum.
Er tað veruliga so, at játtanir til lønir til lærarar eru skornar burtur í mun til nýtsluna í 2008? Svarið er NEI! Tvørtur ímóti er útbúgving uppraðfest, og lønarjáttanin í mun til nýtta løn í 2008 er væl hægri enn lønarframskrivingarnar.
Tølini síggja soleiðis út:
Vinnuháskúlin
Nýtt løn til útbúgving í 2008 t.kr. 12.864
Játtan til løn í 2009 t.kr. 14.021
Vøkstur t.kr. 1.157
Í prosentum: 9%
Tí skuldi verið rúm fyri at økt virksemi í 2009 í mun til 2008. Tí er ikki minni játtan til lønir orsøkin til at virksemi verður skret, og lærarar uppsagdir. Hesin útviklingur er í stórari andsøgn til ætlanirnar hjá politiska myndugleikanum at onki verandi virksemi skuldi skerjast.
Fróðskaparsetur Føroya
Nýtt løn til útbugving og gransking í 2008 t.kr. 17.573
Játtan til løn í 2009 t.kr. 22.264
Vøkstur t.kr. 4.691
Í prosentum: 26,7%
Allar ákoyringar á okkum um at vit niðurprioritera útbúgvingarnar, eru tí púra burturvið.
Grundarlagið fyri framskrivingunum av fíggjarlógini fyri 2009 var at framskrivað lønirnar við 3%, meðan rakstur skuldi ikki fáa nakra hækking.
Tað er eisini gjøgnumført fyri so at siga allar kontoir á fíggjarlógini við nøkrum heilt fáum undantøkum, serliga á skúlaøkinum. Tí er tað heilt óskiljandi at Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetur Føroya, sum hava fingið ávikavist 9% og 26,7% størri lønarkarm, skulu koma út við skerjingum av útbúgvingartilboðum og uppsøgnum. Hetta hevur í hvussu er onki við játtanina til lønir hjá hesum báðum stovnum at gera.
Anfinn Kallsberg




