Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnuháskúlin til Klaksvíkar!

Oliver Joensen

Klaksvík verður ofta kallað fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum og tað gleðir okkum at hoyra. Nú haldi eg tíðin er komin, at vit fara at merkja hetta í praksis.

Her meini eg við, at allar maritimar útbúgvingar og allar yvirornaðar funktiónir innan sjóvinnu og sjóvinnuútbúgvingar verða lagdar í Klaksvík.

Í dag húsast vinnuháskúlin á Debesartrø, har ymiskt annað virksemi er, m.a. granskingarvirksemi. Við at flutt sjóvinnuútbúgvingarnar til Klaksvíkar hevði Fróðskaparsetrið og granskingarumhvørvið í Havn fingið væl egnaði hølir á rætta stað til alt sítt virksemi, samstundis, sum hettar hevði gagna skúlaumhvørvinum í Klaksvík.

Haldi at landsins myndugleikar í størri mun eiga at síggja tað náttúrliga í at leggja alt á sama stað, sum hevur við sjóvinnu og sjóvinnuútbúgving at gera.

Nógvur fiskur er komin uppá land í Klaksvík ígjøgnum tíðirnar. Fiskurin er blivin hagreiddur her og avskipaður her norðuri, til fyri kortum. Men nú verður allur fiskurin í Klaksvík avskipaður ígjøgnum Norðoyatunnilin til Tórshavnar Havn, sum fær ágóðan av hesum.

Føli tað er rætt at nevna, at Klaksvíkin ígjøgnum tíðirnar hevur skapað rættuliga nógv arbeiði til onnur enn bara fólk í sjálvari Klaksvíkini. Fólk úr flest øllum oyggjum í Føroyum komu til Klaksvíkar at arbeiða fisk. Og enn í dag sigla fólk aðrastaðni frá við skipum úr Klaksvík. Hetta hava vit sjálvandi altíð verið glað fyri.

Tað rættasta má vera, at tey sum skapað virðini og tørvin á sjóvinnuútbúgvingum og fyrisiting annars, eisini eiga lut í teim meir vitannartungu arbeiðsplássunum í fiskivinnuni. Her hugsi eg um trygdarmiðstøðina, vaktar og bjargingartænastuna, fiskiveiðieftirlitið og um skúlarnar innanfyri sjóvinnuútbúgvingar.

Samferðslukervið er sera nógv útbygt hesi seinnu árini, sum eisini ger sítt til, at vinnuháskúlin eins væl kann liggja í Klaksvík sum aðrastaðni, havandi í huga, at aftur og fram er líka langt. Nógv verður tosað í hesum døgum um dupultfunktiónir á skúlaøkinum, og er tað tí eisini sera umráðandi, at allar sjóvinnuútbúgvingarnar koma at liggja á sama stað.

Í Klaksvík hava vit frammanundan tekniska skúla og HF-skeið. Á Kambsdali er studentaskúli, handilsskúli og HF. Við tað, at stutt er ímillum hesar skúlar, er góður møguleiki at samskipa lærarakreftirnar á besta hátt.

Klaksvík er okkara fiskivinnuhøvuðsstaður, og tí hevði onki verið meira nátúrligt, enn at lagt allar sjóvinnuútbúgvingar í Klaksvík . Hetta hevði gjørt sítt til, at vit fingu eitt enn betri skúlaumhvørvi bæði í Klaksvík og á Kambsdali.

Nú landsstýriskvinnan í Mentamálum stríðist við at finna sparingar á skúlaøkinum – sum ivaleyst er neyðugt, vil eg heita á landsstýriskvinnuna um at flyta vinnuháskúlan til Klaksvíkar, tí her hoyrir hann náttúrliga heima.

Vit her í Klaksvík bjóða okkum framvegis fram at vera partur av vitannarsamfelagnum !

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen
býráðslimur

Harleywoodpaint