Trygdin í føroyskari vinnukaving gerst alsamt betri og betri. Tað eru sera nógv viðurskifti, ið hava ávirkan á trygdina hjá kavarum. Ein er t.d. hvussu vinnukavarar verða útbúnir
Trygdin í føroyskari vinnukaving gerst alsamt betri og betri. Tað eru sera nógv viðurskifti, ið hava ávirkan á trygdina hjá kavarum. Ein er t.d. hvussu vinnukavarar verða útbúnir
Síðani nýggja kavaralógin kom í gildið í 2007, hevur tað verið eitt krav, at vinnukavarar ið útbúgva seg í Føroyum skulu gera venjingar í trýsttanga.
Í samband við venjingina síggja kavararnir tilbúgvingina, ið er tøk um eitthvørt gongur galið og fáa eina frágreiðing um hvussu slíkar skipanir virka.
Í gár skipaði Landssjúkrahúsið fyri venjingum í trýstanganum.
Hesuferð vórðu tríggir kavarar trýstsettir til 30 metra dýpið og skuldu meðan teir vóru undir trýsti loysa ymiskar uppgávur. Venjingarnar gingu av tí allar besta.




