Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnuligi útbúgvingargrunnurin fer nú til verka

Oliver Joensen

Á býráðsfundinum týskvøldið 29. januar 2013 valdi Klaksvíkar Býráð Kristian Eli Zachariasen sum umboð í Vinnuliga útbúgvingargrunnin.

Á býráðsfundinum týskvøldið 29. januar 2013 valdi Klaksvíkar Býráð Kristian Eli Zachariasen sum umboð í Vinnuliga útbúgvingargrunnin.

Umframt Kristian Eli skulu tveir aðrir limirveljast í nevndina. Teir skulu veljast av stjóranum fyri Tekniska Skúla í Klaksvík (umboðandi Sjónám) og av stjóranum fyri Vinnuháskúlan.

Endamálið við grunninum er at stuðla borgarum í Klaksvíkar Kommunu, sum ætla undir – ella eru undir – útbúgving innan fiski-, skipa- og frálandavinnu.

Eisini kann stuðul latast til serligar nýskapandi verkætlanir, har ið nevndin metir tað vera ráðiligt.

Klaksvíkar Kommuna hevur sett 200.000 kr í grunnin sum stovnsfæ og miðar eftir at lata ein árligan stuðul á í minsta lagi 200.000 kr.

Stuðulsreglur fyri grunnin eru fylgjandi:

a) Umsøkjarin er borgari í Klaksvíkar Kommunu

b) Útbúgvingin umboðar vinnuliga nýhugsan innan fiski-, skipa- ella frálandavinnu.

c) At útbúgvingin væntandi kann verða við til at lyfta fiski-, skipa- ella frálandavinnu í Klaksvík á eitt hægri støði