Her skal ikki vera tikin støða til um rætt ella skeivt var atborði, tá eitt av føroysku flaggskipunum innan fiskivinnuna bleiv selt, og hetta helst fer at fáa ógvusligar fylgjur fyri eitt útjaðarasamfelag í Føroyum.
Hinvegin mugu vit ásanna, at tá ið um vinnulív ræður, so kunnu stórar broytingar henda frá degi til dags. Lokalsamfeløgini, ið eru so heppin at hava nógv arbeiðispláss í privatu vinnuni, skulu gera sær greitt, at ongin vissa er fyri at virkini ikki lata aftur, vera seld ella flyta nær tað skal vera.
Klaksvíkin upplivdi sum fylgja av læknastríðnum, at Kjølbro flutti ein stóran part av virksemi sínum út á Skála. Hetta kom sera illa við í Klaksvík og kom at merkja samfelagið her í nógv ár eftir tað. Hinvegin kom hetta væl við hjá Skála. Og sjálvandi hevði Kjølbro rætt til at taka avgerðir í egna virki sínum og soleiðis má og skal tað vera. Hóast tað, at Kjølbro flutti stóran part av virksemi sínum, við tí fylgju, at fleiri av Klaksvíkstrolarunum landaðu har, bleiv lagt út sum hevnisøka ímóti tí sum hent var í læknastríðnum, so kann væl vera at orsøkirnar hjá Kjølbro vóru aðrar.
Tað er kent aðrastaðni, at kommunur kappast um privata vinnulívið. Vit skulu ikki longur enn til Danmarkar fyri at síggja, hvussu nógv tær ymisku kommunurnar royna at yvirganga hvørja aðra í tilboðum um karmar til vinnuna, bert fyri at fáa arbeiðispláss.
Nú Vágoyggin og Norðoyggjar eru og vera bundnar uppí meginøkið, kunnu vit vænta størri kapping á hesum øki ímillum kommunur.
Nú Norðoyatunnilin stendur fyri at lata upp, er tað ein sannroynd, at okkara kommuna nærum ongi tøk grundøki hevur til vinnubygningar. Í blaðnum ídag kunnu vit bera tey góðu boð, at enn eitt virki í býnum byggir nýtt á ídnaðarøkinum fyri at búgva seg til væntandi avbjóðingarnar nú fasta sambandið stenvur fyri durðum. Men samstundis er hetta tað seinasta grundstykkið, sum eftir er av ídnaðarøkinum, sum varð lagt út í 80-unum.
Tosað hevur verið um eitt nýtt ídnaðarøki úti á Skarðhamri, men enn er so onki tøkt har.
Tað er umráðandi at kommunur skapa karmar til ídnaðin, tí tað eru arbeiðispláss til borgararnar, sum tað snýr seg um.
Higartil hava vinnulívsmenn í Norðoyggjum helst aftrað seg við at fara yvir um fjørðin við sínum virkjum, sjálvt um teir kanska kundu fáa bíligari og betri byggigrundir har, men tá tunnilin er komin er bert eitt hanagleiv til Lorvíkar og Gøtudal ella í Kambsdal, so tað er onki at ivast í, at vit kunnu vænta okkum dyggari kapping hagani í framtíðini.
Tað er tí sera umráðandi at nakað ítøkiligt verður gjørt við grundstykkjaspurningin til ídnaðarvirkir og virksemi sum heild, tí skulu vit hava eitt dynamiskt samfelag í Norðoyggjum, so eru arbeiðisplássini og trivnaðurin ein fyritreyt.




