Seinnu árini hevur Vinnulívsráðið í Klaksvík skipað fyri netverksfundum úti á virkjunum, har vinnulívið tosar saman sínamillum, har leiðarar greiða frá teirra fyritøkum, royndum teirra dagliga og teimum samstarvsmøguleikum millum virkir, sum bera til.
Seinnu árini hevur Vinnulívsráðið í Klaksvík skipað fyri netverksfundum úti á virkjunum, har vinnulívið tosar saman sínamillum, har leiðarar greiða frá teirra fyritøkum, royndum teirra dagliga og teimum samstarvsmøguleikum millum virkir, sum bera til.
Týsdagin í hesi vikuni hevði Klaksvíkar Býráð boðið sær til at verða vertur fyri hesum neterksfundi, har Borgarstjórin, Jógvan Skorheim yvirorðnað greiddi frá viðurskiftunum í kommununi, Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og vinnunevndini greiddi frá kørmunum hjá vinnulívinum og umrøddi vakstrarætlanina og m.a. miðbýin. Til seinast greiddi Iben Fåborg, sum er leiðari fyri SSP, hvussu møguleiki var fyri at fáa yngri, sum komu frá einari truplari byrjan, út í arbeiðslívið.
Vinnulívið møtir væl upp til hesar fundir, soleiðis var eisini hesaferð og spurningarnir frá luttakarunum til býráðið vóru nógvir og lívligt orðaskifti var. – Eisini í kaffisteðginum var tosað dúligt saman millum luttakaranrar. Eisini komu onkur uppskot.
Tað tyktist á fundinum, sum stórtsæð gott samstarv er millum vinnulívið og kommununa, eisini varð víst á eina spennandi kanning, sum býráðið ger í løtuni um hvussu fólk eru í starvi, hvussu víðfevndir starvsmøguleikarnir eru í Klaksvík á ymiskligum arbeiðsplássum.
Komandi Netverksfundur verður, sum lýst varð á fundinum, í hølunum hjá “Christian í Grótinum” í Norðhavnini týsdagin 14. apríl kl. 10.
Sagt varð eisini, at Vinnulívsráðið hevur aðalfund 18. mars 2015.




