Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnulívið í Klaksvík møtist

Norðlýsið

Síðani fasta sambandið kom, er samstarvið við aðrar partar av landinum nógv økt. Klaksvík hevur ídag eitt sterkt vinnulív, sum nú serliga seinastu árini hava sæð týdningin við at samstarva við tí synergieffekt sum tað nú einaferð hevur og hetta hevur gjørt fyritøkurnar sterkari.

Síðani fasta sambandið kom, er samstarvið við aðrar partar av landinum nógv økt

Klaksvík hevur ídag eitt sterkt vinnulív, sum nú serliga seinastu árini hava sæð týdningin við at samstarva við tí synergieffekt sum tað nú einaferð hevur og hetta hevur gjørt fyritøkurnar sterkari.

Síðani fasta sambandið kom, er samstarvið við aðrar partar av landinum økt og ikki minst hava sterku vinnuøkini Eysturoyggin og Klaksvík funnið saman í samstørv.

Eisini hevur ein neyvari fyrilestraraktivitetur við fleiri fyrilestrum tikið seg upp fyri limunum í Vinnulívsráðnum og onkuntíð við samstarvi við Klaksvíkar Handilsfelag, har fleiri fyrilestrar hava verið lagdir til rættis.

Netverksfundir

Í ár hava vinnufyritøkur eisini bjóða tvær ferðir til fundar til sokallaðar netverksfundir úti í fyritøkunum. Tann fyrri var hjá EL-IN, áðrenn summarsteðgin og seinast nú í vikuni á KSS – Klaksvíkar Sleipistøð – har stjórarnir hava greitt frá gongdini, stungið út í kortið við fyrimunum og vansum, samstarvi og hvussu tilber at gerast uppaftur betri í framtíðini, har eisini er víst til samstarvið millum vinnulívið og almennu myndugleikarnar.

Hesir fundir hava verið sera væl eydnaðir, væl møttir, har opinleikin millum leiðarar í fyritøkunum hevur verið týðiligur.

Ein fyrilestur fyri limunum verður aftur í november .

Komandi Netverksfundurin verður fyrsta ársfjórðing 2015, hann verður hjá Klaksvíkar Býráð, frætta vit her á Norðlýsinum.