Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnulívsráðið í Klaksvík: Vinnulívið brúk fyri støðugum viðurskiftum

Vinnulívsráðið í Klaksvík

At tunlarnir millum Streymoy og Vágar, millum Eysturoynna og Klaksvík gjørdust veruleiki fyrst í hesi øldini og at ferjurnar fóru í søguna, var hetta onki minni enn ein av størstu framtíðarátøkum í Føroyum. Hesar øktu veruliga vinnuliga dynamikkin í hesum økjunum.

At tunlarnir millum Streymoy og Vágar, millum Eysturoynna og Klaksvík gjørdust veruleiki fyrst í hesi øldini og at ferjurnar fóru í søguna, var hetta onki minni enn ein av størstu framtíðarátøkum í Føroyum. Hesar øktu veruliga vinnuliga dynamikkin í hesum økjunum.

Byggisáttmálar og gjaldsavtalur viðvíkjandi fremjan av tunlunum vórðu gjørdar, men vinnan sá fram í móti, at um nøkur ár, so verður, sambært øllum avtalum,frítt at koyra ígjøgnum, tí tá vóru tunlarnir útgoldnir. Soleiðis skuldi hetta virka eins og vanligir landsvegir hereftir.Onki er at taka seg aftur í, at eitt framhaldandi tunnilsgjald, fyri at gjalda aðrar tunlar, er at leggja framhaldandi og uppaftur tyngri byrðar á vinnulívið í hesum økjunum og verður tí mótmælt hiðani.

Ávaring

Vinnulívsráðið í Klaksvík fer tí her at gera vart við ta ørkymlandi støðu, sum politikarar av og á koma fram við, at Norðoya- og Vágatunnilin verða settir fram sum eitt gjaldsaktiv fyri aðrar tunlar, sum skulu fremjast í Føroyum.

Seinasta skotið á bulinum er útsøgnin hjá formanninum í Fíggjarnevndini, har hann setur spurningin um: “Skulu verandi tunnilsfeløg (Vága og Norðoyatunnilin) takast uppí eina stóra og samanhangandi framtíðartryggjaða heildarloysn”.

Við longu trongum vinnulívskarmum í Føroyum, fara vit at ávara ímóti hesi loysn, og vilja leggja afturat, at Vinnulívið hevur nú brúk fyri støðugum og álítandi viðurskiftum frá politisku myndugleikunum, soleiðis, at vit við vinnuliga grundarlagnum framhaldandi kunnu byggja landið.