Árligu hækkingarnar í avgjøldum og ótryggir karmar um vinnuna hava forða fyri tí menning av vinnuni, sum skal vera grundarlagið undir fíggjarligum framburði Føroya í framtíðini .
10.04.2016
Tíðindaskriv frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík:
Seinastu árini hevur vantandi vilji til loysnir eyðkent politisku handfaringina av vinnuligu kørmunum í fiski- og alivinnuni.
Árligu hækkingarnar í avgjøldum og ótryggir karmar um vinnuna hava forða fyri tí menning av vinnuni, sum skal vera grundarlagið undir fíggjarligum framburði Føroya í framtíðini .
Á fullsettum aðalfundi hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík í gjárkvøldi kom fram, at vinnan er bæði ørkymlað og stúrin av politisku støðuni, sum skapar álvarslga óvissu um karmar og møguleikar frameftir.
Stórar íløgur og endurnýggingar liggja fyri framman og er tryggleiki og støðufesti avgerandi fyri, at slíkar íløgur, sum verða gjørdar, skulu eydnast og kunnu gerast til tær vinnuligu sukseðir, sum Føroyar sanniliga hava brúk fyri.
Vinnulívsráðið í Klaksvík heitir tí staðiliga á landsins myndugleikar um at leggja ein greiðan politikk fram, sum kann tryggja støðugar karmar, soleiðis, at vinnulívið kann reka eina effektiva vinnu út frá hesum., sum jú í longdini er tað, sum tænir landi og fólki best.
Gestarøðari á aðalfundinum var Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum áhugavert, greitt og týðuligt greiddi frá vinnuligu gongdini seinastu árini, var inni á broytingum og metti um útlitini frameftir við teimum avbjóðingum, sum Føroyar standa fyri.
Eisini var lívligt og gevandi kjak aftaná, har umrødd vóru viðurskiftini hjá vinnuni at endurnýggja seg, samstundis, sum víst var til okkara útlendsku kappingarneytar og teirra menningarmøguleikar.
Á aðalfundinum vórðu Karl Birgir Isaksen og Hilmar Danielsen afturvaldir í nevndina.
Í nevndini í Vinnulívsráðnum í Klaksvík sita Karl Birgir Isaksen, formaður Hilmar Danielsen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Heini Hansen og Rani Nolsøe, nevndarlimir. Samskipari er Jógvan við Keldu




