Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnumenningarætlan løgd fyri Klaksvíkar kommunu

Nordlysid

– Ein partur av arbeiði okkara at menna Klaksvíkar kommunu er at kenna umstøður og avbjóðingar hjá okkara vinnuvirkjum og at hava eina virkna, miðvísa og greiða ætlan fyri, hvussu vit skapa bestu karmar og tænastur til verandi og komandi vinnufyritøkur, sigur Óluva Klettskað, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini, sum hevur latið gera eina lýsing av støðuni innan vinnuna við tilmæli um átøk.

– Ein partur av arbeiði okkara at menna Klaksvíkar kommunu er at kennaumstøður og avbjóðingar hjá okkara vinnuvirkjum og at hava eina virkna, miðvísaog greiða ætlan fyri, hvussu vit skapa bestu karmar og tænastur til verandi ogkomandi vinnufyritøkur, sigur Óluva Klettskað, forkvinna í Havna- ogVinnunevndini, sum hevur latið gera eina lýsing av støðuni innan vinnuna viðtilmæli um átøk.

 

– Í 2011 samtykti Klaksvíkar býráð eina vakstrarkanning fyri kommununa,sum m.a. staðfestir týdningin av, at kommunan miðvíst leggur upp til og skapirkarmar um menning av vinnuni, og tað er júst hetta, sum er ætlanin við hesiætlan, har vit leggja upp til ítøkilig átøk fyri at betra um leiklutin hjákommununi í strembanini at skapa menning og vøkstur, sigur Óluva Klettskarð,sum í september mánað fekk handað “Frágreiðing um almenna vinnuætlan” frá DavidIm, ráðgeva, sum hevur staðið fyri arbeiðnum.

 

– Klaksvíkar kommuna er bygd og ment av mongum undangongufólkum, ikkiminst innan vinnuna, og tí eru vit sera fegin um at kunna leggja fram hesaítøkiligu lýsing av støðuni í vinnuni við tilmælum um átøk.

 

Umfatandi lýsing av støðuni

David Im, ráðgevi, hevur staðið fyri arbeiðnum at gera vinnuætlanina.Arbeiðið fevndi eitt nú um eina lýsing av verandi fíggjarligu gongdini hjáfyritøkum í kommununi. Eisini gjørdi hann eina umfatandi spurnarkanning, har serliga verður spurtinn til verandi støðu hjá fyritøkunum. Verkætlanin staðfestir, hvørji yrkissløgeru staðsett í vinnuni í Klaksvík, og ikki minst, at bæði vinna og kommuna ídag eru upp ímóti líknandi avbjóðingum so sum vinnuøki og hølistørvur.

 

– Hetta er ikki bara orð, men ein ítøkilig lýsing av støðuni, tørvi ogynskjum hjá vinnuni, sum er støðið undir nøkrum tilmælum til kommununa umítøkilig tiltøk, sigur Óluva Klettskarð.

 

– Eg síggi hetta sum eina byrjan; eitt fyrsta stig fram ímóti at orða einvinnupolitikk fyri Klaksvíkar kommunu, og tí fegnist eg um, at Havna- og Vinnunevndiná fundinum 18. oktober tók undir við frágreiðingini og mælti til at arbeiðavíðari út frá henni.

 

Ætlan við ítøkiligum átøkum

– Seinastu árini er kommunan støðugt vaksin, og somuleiðis vinnulívið, menhesin vøkstur er ofta farin fram hvør sær og ikki sum úrslit av einumsamstarvi. Her leggur vinnuætlanin upp til ein leist fyri, hvussu kommunan ogvinnulívið kunnu arbeiða saman og komplementera hvønn annan, soleiðis at vit ífelag náa enn betri úrslitum, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- ogVinnunevndini.

 

– Primeru málini í ætlanini eru: (1) at byggja upp eitt fastan og vælskipaðan arbeiðshátt á handils- og vinnuøkinum, sum fremur samstarv millumkommunu og vinnu, (2) at seta ein arbeiðsbólk, sum áhaldandi skal fylgja viðstøðuni og seta kommunalu kósina á handils- og vinnuøkinum, og (3) at brúkaverandi og/ella stovna nýggj kommunal-privat samstørv til at skapabúskaparvøkstur.