Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnunevndin vitjaði Føroya Bjór

Jóhann Lutzen

Umboð frá Føroya Bjór greiddu Løgtingsins vinnunevnd frá teirra fjølbroyttu vøruskrá í dag

Umboð frá Føroya Bjór greiddu Løgtingsins vinnunevnd frá teirra fjølbroyttu vøruskrá í dag

Limirnir í vinnunevndini vitjaðu Føroya Bjór í dag. Tey, ið luttóku vóru Bjørt Samuelsen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Bjarni Hammer og Bjørn Kalsø. Umframt hesi sita eisini Jógvan Skorheim og Ingolf Olsen í vinnunevndini.

Endamálið við vitjanini var at fáa kunning um virksemið hjá føroyskari framleiðsluvinnu. Føroya Bjór, ið varð stovnað í 1888, telist í dag millum elstu framleiðslufyritøkur í landinum.

Umboð frá Føroya Bjór greiddu frá avbjóðingum og møguleikum fyri hesa føroysku vinnugreinina.
Føroya Bjór framleiðir fleiri enn 50 ymiskar vørur, ið fevnir um sodavatn, vatn, maltøl, øl, Whisky v.m.