Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnuøkið á Borðoyarvík: J&K Petersen vann utboðið

Tíðindaskriv

Tilboðini um arbeiðstøku í samband við nýggja vinnuøkið á Borðoyarvík vórðu latin upp í dag.

Í kappingini um arbeiðstøkuna vigaði prísurin 80%, meðan tíðarætlanin vigaði 20%, og millum tey trý innkomnu tilboðini átti J&K Petersen munandi lægri prís enn hinar báðar fyritøkurnar, Kanjon og Articon.

Tilboðini vóru hesi:

1. J&K Petersen: kr. 24.211.447,-

2. Articon: kr. 41.568.684,-

3. Kanjon: kr. 44.181.885,-

Allir prísirnir eru uttan MVG.

Nýggja vinnuøkið er staðsett sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, og verður á leið 40.000 fermetrar til støddar. Á økinum verður útstykkjað til vinnuligt virksemi, og harumframt verða kringumstøðurnar og atkomuviðurskiftini gjørd góð og nútíðarhóskandi, eins og økið rundanum bátahylin verður snøggað við eitt nú betri ljósviðurskiftum.