Tað er ikki óhugsandi, tá B36 hevur ‘lættan’ heimadyst, meðan NSÍ hevur ein ‘truplan’ heimadyst.
B36 tekur ímóti TB og higartil í ár hevur B36 ikki mist nakað stig móti TB. B36 hevur eisini vunnið 9 dystir á rað, meðan TB ongan dyst hevur vunnið eftir summarsteðgin.
Í Runavík er neyvan óhugsandi, at NSÍ missur stig og ger NSÍ tað, so kann B36 blíva FM vinnari longu í morgin. NSÍ møtir HB, ið hevur alt at spæla fyri í royndini at vinna 4. pláss. NSÍ er uttan leikbannaða Árna Frederiksberg og tað verður av fleiri sett spurnartekin við støði, sum NSí kemur við til hendan dystin. Sum kunnugt taptu runavíkingar stórt í steypafinaluni.
Í morgin kl. 17.00 hava vit helst svarið, um B36 longu er FM vinnari í 24. umfarinum ella um NSÍ útsetur spenningin eina viku.




