KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Fyrstur í røðini er Kristian Olsen.
KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Fyrstur í røðini er Kristian Olsen.
Kristian Olsen, sum tey flestu kanska kenna sum ein fyrrverandi topp svimjara, er íðin KÍ viðhaldsmaður og hevur sæð báðar dystirnar hjá KÍ í landskappingini í ár. Hann er fyrstu í røðini av fleiri KÍ og HB viðhaldsfólkum, sum svara uppá nakrar spurningar undan klassikaranum sunnudagin millum KÍ og HB í Klaksvík.
1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá KÍ?
Eg eri hampuliga væl nøgdur. Serliga tað defensiva hevur verið gott, men vit mangla at blíva vandamiklari i tí offensiva spælinum, tá man hugsar um, at vit hava møtt tveimum liðum, som vit rokna við fara at enda í botninum
2. Hevur HB dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?
HB dystirnir er altíð nakað serligt. Vinna vit sunnudagin, so er alt á gosið í Klaksvík, men ein javnleikur er OK.
3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?
Eg giti, at KÍ fer at leggja varliga út og satsa uppá skjótar umstillingar. Um vit fáa eitt skjótt mál, so trúgvi eg at vit kunnu fáa ein sera opnan og góðan dyst.
4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá KÍ og HB sunnudagin?
Fróði Benjaminsen er ein legenda eftirhondini og so eru tað sjálvandi Andrew av Fløtum og Arnbjørn T. Hansen. Hjá okkum giti eg, at tað vera Henry Heinesen og Páll A. Klettskarð, sum hava víst sera góðar taktir undir venjing mánakvøldið.
5. Hvat verður úrslitið?
Eg tippi ein javnan dyst. 2-2 ella kanska vit klára at toga tað heim við einum 3-2 sigri.




