Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnuskipanin má verða so rein sum gjørligt

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Mynd Dávur Winther

Økisfelagið Samhald, hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, skipaði fyri einum frálíkum fundi um fiskivinnu í skúlanum á Toftum.

Økisfelagið Samhald, hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, skipaði fyri einum frálíkum fundi um fiskivinnu í skúlanum á Toftum

Bárður, Høgni og Jørgen sótu við pallborðið. Aulan í skúlanum var fullsett, og fyri tað nógva vóru tað aktørar í vinnuni og politiskt áhugað, sum høvdu leitað sær til hendan fundin, har nýggja fiskivinnuskipanin hjá Høgna Hoydal skuldi setast undir luppin. Fuglfirðingurin í Útvarpinum, Jón Brian, kom væl frá uppgávuni sum chefdomptørur.

Í Klakksvík samanbær eg Høgna við ein nýmótans Georg Gearløs í hesum málinum. Hann arvaði ein gamlan og illa trevsaðan hjólhest frá Jørgen, Bárði og Jakob, sum ongin hevur troystað sær at nortið við síðani 2007, og nú roynir hann at fáa sykluna at koyra løgliga aftur áðrenn 1. januar 2018, við at taka eykalutir av rennihjólunum hjá børnunum og av hjólbørunum hjá abbunum. Her er ov nógvur slakki á ketuni, ov lítið av luft í hjólunum og saðilin er ov óstúttur. Sjálvironiskur tók Høgni Georg Gearløs figurin framaftur í kvøld, ein tann fremsta dygdin hjá føroyingum yvirhøvur er sjálvspei. Annars kom fiskimálaráðharrin sera væl frá uppgávuni í kvøld – primus inter pares.

Er hann sinnaður at gera nakrar týðandi broytingar í uppskotinum, kann tað væl vera, at tað hevur ein kjans fyri at koma ígjøgnum parlamentariska nálareygað. Soleiðis skilti eg kjakið í kvøld.

Loysir hann upp fyri anti-trust skipanini í fiskasløgum, serliga á Føroyagrunninum, droppar hann økiskvoturnar og gevur hann vágafúsa føroyska kapitalinum væl størri rásarúm í bjóðingini, tá boðið verður út, hesir eru hóast alt teir sum tey næstu árini skulu endurnýggja flotan fyri milliardir av krónum, so fer tað at líkjast.

Tað týdningarmesta er, at ein vinnuskipan er so rein sum gjørligt. Hon skal bara hava sum atlit, at fiskurin fæst úr havinum so skjótt og bíliga og væl sum gjørligt. Bara soleiðis fæst sum mest til høldar hjá manningum, útgerðarfeløgum og samfelagnum. Sosial og regional atlit eiga at verða skipað umvegis aðrar lógir so sum skattalógir, forsorgarlógir og við alternativum vinnuátøkum regionalt.

Og eitt eigur politiska skipanin at hava sær sum fremsta mál, tað er at parkera peningin sum fellur samfelagnum í lut. Í ein búskapargrunn. Annars endar alt fæið í einum uppaftur størri almennum geira, sum ongantíð verður rationaliseraður, als ikki um eisini tilfeingisrentan endar úti í landsrakstrinum.

Takk fyri ein góðan fund Sambandsflokkurin