Tíðindaskriv: Vinstragrøni sosialistiski bólkurin í Norðurlandaráðnum við limum úr øllum Norðurlondum stuðla føroyska ynskinum um at gerast javnbjóðispartur í norðurlendska samstarvinum.
Í dag verður føroyska ynskið um fullan limaskan av Norðurlendska Ráðharraráðnum, Norðurlandaráðnum og øllum norðurlendskum sáttmálum viðgjørt í Ráðharraráðnum. Samstundis verður uppskot frá føroysku norðurlandaráðslimunum um føroyska luttøku í øllum norðurlendskum avtalum og sáttmálum viðgjørt til 68. ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Keypmannahavn.
Les eisini: Føroyar skulu hava sjálvstøðugan limaskap
– Norðurlond hava gingið á odda, tá tað snýr seg um rættindini hjá fólkum og í hugsanini um, at statir ikki eru einastu leikararnir á fólkarættarliga pallinum. Tí eigur tað at vera púra natúrligt, at Føroyar fáa møguleikan at taka á seg fulla ábyrgd í norðurlendska samstarvinum. Føroyingar vita hvat teir ætla at taka á seg og tykjast vera til reiðar at taka á seg allar uppgávur í norðurlendska samstarvinum, sigur Steingrímur J. Sigfússon, formaður í VSG bólkinum.
Í Føroyum hevur full semja verið í løgtinginum um ynskið um fullan limaskap, og hetta er fjórða ferðin, at Føroyar søkja um hendan limaskap. Fyrsta ferðin var í 1977, tá Føroyar fingu betri atgongd til samstarvið uttan at fáa fullan limaskap, og hendan menningin hevur hildið fram hinar ferðirnar Føroyar hava søkt.
– Tað er ongin ivi um, at talan er um eitt sterkt ynski frá føroyingum, og tað er ógjørligt at ímynda sær, at tað ikki verður ein fyrimunur fyri norðurlendska samstarvið, um vit koma heilt á mál við føroysku umsóknini, sigur Steingrímur J. Sigfússon.
– Tað eru heilt vist summi, sum vilja gera hetta til ein spurning um tilgongdir og løgfrøði, men vit eru politikarar, og tí snýr tað seg um at finna neyðugu politisku loysnirnar í staðin fyri at lata seg avmarka av einari gamlari heimsmynd, har statir vóru einastu leikararnir á altjóða pallinum, leggur Steingrímur Sigfússon afturat.
Í VSG bólkinum eru Vänsterpartiet (Svøríki), Sosialistisk Venstreparti (Noreg), Vänsterförbundet (Finnland), Enhedslisten (Danmark), Alternativet (Danmark), Vinstri græn (Ísland), Inuit Ataqatigiit (Grønland) og Tjóðveldi (Føroyar).




