Í innleiðandi umfarinum til HM í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn í dag, eydnaðist kvinnuunglingum Vípan úr Støkk, sum einasta liðið í kongaríkinum, at koma víðari til endaumfarið í morgin. 14 av 30 kvinnuunglingaliðum komu í finaluna og tær eru við sum nr. 10.
Í innleiðandi umfarinum í dag vóru fimm lið úr Føroyum, tvey kvinnulið og trý kvinnuunglingalið. Úrslitini hjá føroysku liðunum í dag vóru hesi:
Kvinnuunglingar: Vípan úr Støkk 14,9 stig. Eina úr HF 14,2 stig og Nora úr HF 14,05 stig.
Kvinnur: Hydra úr Ljósinum 15,5 stig og Hulda úr HF 14,7 stig.
Fyrr í ár eyðnaðist tað eisini kvinnuunglingunum úr Vípuni at koma víðari í altjóða kapping í Graz í Eysturríki, sum einsamalt føroyskt lið. Seriuna hjá Vípuni hevur Antton Laine gjørt, og hon er somikið væl umtókt, at hon varð vald ársins seria til Fimleikagalla herfyri.
Føroyar hava eisini umboð við dómaraborðið í Budapest, har Elna Johannesen og Beinta Danielsen døma sum altjóða dómarar.
Á liðinum hjá Vípuni eru: Beinta Gaardbo, Elsa Maria Hansen, Rósa Hansen, Sandra Hansen, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Sunnvá Weihe Johannesen, Rósa Hanusardóttir á Lógv, Bjørk Nolsøe og Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen. Venjarar eru Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss.
Finalan byrjar klokkan 10 í morgin, og kann stroymast her https://livestream.com/ifagg2018budapest




