Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virðing fyri útróðrinum

Finnbjørn Vang

Tað er synd at siga, at fiskivinnan hevur tað gott í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Tað er synd at siga, at fiskivinnan hevur tað gott í fiskivinnuhøvuðsstaðnum. Á stongunum – sum er eitt tað størsta arbeiðsplássið í Klaksvík – sær milt sagt ræðuligt út. Uttanfyri skúrarnar sær út sum ein køstur, og tá tosi eg ikki um lortin frá útróðrarbátunum, men økið sjálvt. Kanska er tað við vilja, at ikki so mikið sum ein gøtulykt er at lýsa kaiina upp, skilið tolir helst ikki dagsins ljós!

At finna parkeringspláss er nærum ómøguligt, og arbeiðsøkið har menn skulu flyta stampar úr og umborð, er avtaglað við bilum av áðurnevndu orsøk – vantandi parkeringsmøguleikum. Sjálvt økið norðanfyri og vestanfyri skúrarnar, er ein ruðuleiki í enda og annan; holur og hyljar hvørt um annað. Eitt átak sum ikki krevur meiri enn eina last við skervi og ein spaka!?

Fer ein inn í skúrarnar, so er til tíðir einki trýst á vatninum. Hugsi tykkum at Bakkafrost arbeiddi undir slíkum forholdum. Men hvussu skal skilið verða, tá ið Klaksvíkin vil byggja eina marina ið kostar millónir, har stuttleikabátar, jollur og annað frítíðarvirksemi skal vera, heldur enn at fjálga um tað virksemið sum er í býnum. Føroyar hava í besta føri summar í 2-3 mánaðir. Møguliga skuldi marinain heldur verið eitt tivoli, har flúgvandi jollur vóru høvuðs-attraktiónin; tað er meira upplagt enn ein forgyklað glæntrimynd av veruleikanum. Tað er einki galið við marinaini sum so, men tað er ravruskandi galið við prioriteringini. Bátabrúgvarnar krevja ábøtur, og tað í stundini, men máti skal vera við.

Tað finst ein livandi, gevandi og skapandi mentan á Stongunum. Hon hevur verið har leingi, hon er har enn, men tað eru ikki tekin í sól og mána um, at mentanin verður varðveitt. Kanska er tað meiningin, at alt skal kølna og følna burtur, áðrenn kommunan sær virði í hesum plássinum.

Tað er bara ómetaliga harmuligt, at eitt økið sum bæði hevur mentunnarligan, sosialan og fíggjarligan týdning fyri Klaksvíkina, skal vera so lítið virt, at tað skal detta niðurfyri. Um kommunan vil hava eitt livandi savn um útróður, er eingin orsøk at bíða til tað verður øskukalt á Stongunum, men fara til verka beinanvegin og stuðla uppundir hendan mentunnararvin. Eg meti ikki, at tíðin er komin enn, har útróðurin verður nevndur í sama viðfangi sum Nólsoyar Páll, Nónhamar ella Spinnaríið. Frálíkar verkætlanir annars, men ein farin tíð.

Lærdómur er lættur at bera, men eri nokk so vísur í, at tað ikki einans er meint við bókligan lærdóm. Lívsvísdómur er so sannuliga lættur at bera, og hann kann samantvinnast við allan annan lærdóm. Tað finst í ríkiligan mát á Stongunum – ikki einans har –, og verður so hjartaliga fordeilt millum børn, ung og vaksin. Og hugsi tykkum, afturat tí gevur tað nógvar krónur í kassan – serliga kommunukassan.

Tað er altíð lættast at standa á síðulinjuni, men eg meini tað veruligani, sum verður skrivað. Sjálvsagt kann ein einki avrika sjálvur, men hettar økið er heilt víst nakað, sum liggur mær heilt nær at hjartanum.

Finnbjørn Vang, útróðrarmaður og valevni Javnaðarfloksins