Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virkar okkara tilbúgving?

Oliver Joensen

Nú hava vit aftur upplivað, at álvarsom spurnartekin kunna setast við, um tilbúgvingin í Føroyum er nóg góð, og um veitarin av tilbúgvingini hevur hildið sínar skyldur.

Tá ið vanlukkur henda – sama um tað er á sjógvi ella landi – so skal tilbúgvingin vera klár at rykkja út beinanvegin, og í seinasta lagi innan ein tíma.

Er fasta tilbúgvingartyrlan ikki tøk, so hevur Atlantsflog skyldu at hava aðra tyrlu klára til tilbúgving. Hetta er ásett í sáttmála millum Fiskimálaráðið og Atlantic Airways.

Spurningurin er, um henda skyldan er hildin?

• Hví fór ongin tyrla eftir manninum umborð á Polarhav?
• Var tyrlan ikki nóg væl útgjørd?
• Var manningin ikki tøk?
• Var tað veðrið, ið gjørdi tað óforsvarligt?
• Hvørjar aðrar orsøkir gjørdu seg galdandi?

Annað er so, var tað neyðugt, at høvuðsbjargingartyrlan fór til umvælingar í myrkastu tíð, tá ið veitarin av bjargingartænastuni er greiður um, at eyka bjargingartyrlan ikki hevur ljóskastara?

Hvør hevur skyldu, tá ið høvuðsbjargingartyrlan er burtur, at útgera hina tyrluna við neyðugari bjargingarútgerð, so sum ljóskastara?

Eru skyldurnar í sáttmálanum hildnar – herundir eisini skyldurnar í fylgiskjali 1 í sáttmálanum millum atlantsflog og fiskimálaráðið? Í fylgiskjali 1 verður staðfest, at boðast skal frá, um bjargingartyrlan ikki er tøk. Eisini verður lagdur dentur á, at ein arbeiðsskrá skal sendast MRCC aðru hvørja viku fyri tríggjar viku fram soleiðis at MRCC altíð veit, hvar tyrlan er.

Er nóg væl lagt til rættis, tá ið sjóverjutyrlan heldur ikki kann fara, tí bjargararnir eru til aðra venjing?

Føroya fólk má fáa svar upp á hesar sera grundleggjandi spurningar, og er støðan tann, at tyrlan ikki var nóg væl útgjørd, at manningin ikki var tøk, ella at líknandi trupulleikar gjørdu seg galdandi, so er hetta møguliga brot á tann sáttmála, ið Atlantsflog hevur við landið, og so skal hetta hava avleiðingar.

Vit hava fyrr upplivað, at Atlantsflog ikki hevur hildið sínar tilbúgvingarskyldur. Hetta mál er eisini lýst í frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini frá mars mánaði. Í teirri frágreiðingini verður staðfest, at landsstýrið átti havt umhugsað endurgjaldskrav móti Atlantic Airways fyri brot á sáttmálan.

Í ítøkiliga óhappinum umborð á Polarhav vita vit ikki, um tyrlan ikki kundi fara, tí hon ikki var tøk ella tí at veðrið var ov ringt. Boðini í fjølmiðlunum eru ymisk, men greitt er, at svar mugu vit fáa, tí avleiðingarnar av at okkara tilbúgving ikki virkar eru katastrofalar.

Hesir spurningar eru í dag viðgjørdir á nevndarfundi í Fiskimannafelagnum. Nevndin í fiskimannafelagnum leggur dent á, at er talan um brot á sáttmálan millum Fiskimálaráðið og Atlantic Airways um leiting og bjarging, so skal hetta hava avleiðingar. Eisini má tilbúgvingin kannast væl og virðiliga fyri at tryggja, at hon virkar, sum hon skal.

Fiskimannafelagið leggur áherðslu á, at tilbúgvingin má vera somikið góð, at hon til ein og hvørja tíð er klár til bjarging. Felagið leggur afturat, at sjálvsagt skulu lív hjá starvsfólkum á Atlantsflog ella øðrum bjargarum ikki setast í vanda, men tað má heldur ikki vera soleiðis, at sjuska verður við tilbúgving og teimum tilbúgvingarskyldunum, sum ymisku partarnir hava átikið sær, av tí at ráðlegging ella útgerðin er ov vánaligt.