Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Virkið í Skopun letur aftur

Tíðindaskriv

Nevndin í Sandoy Seafood hevur tikið avgerð um, at virksemið á virkinum í Skopun hjá Sandoy Seafood steðgar. Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg.

Virkið keypir ikki meira rávøra, og fiskurin, sum er á virkinum, verður framleiddur, pakkaður og seldur. Eftir tað verður virkið stongt.

 

Mowi Faroes og Delta Seafood eiga Sandoy Seafood.

Mowi Faroes heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faroes í tveimum umførum hevur gjørt royndir á Sandsvág sum aliøki, fer felagið undir veruliga framleiðslu á Sandsvág, har felagið í august í ár fer at seta út í 6 aliringar.

Sandoy Seafood takkar teimum starvsfólkum, sum hava arbeitt á virkinum í Skopun og ynskir teimum góða eydnu frameftir.