Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Virkið Vár eri virkið

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í dag dýrabiðidag var ikki so nógv ár skrá sum onkrar av hinum døgunum, men tó varð boðið til ein súkklutúr kl. 15.

Byrjað varð uppi við hjá KBI í Klingrugarði og var túrurin kallaður Familju-súkklutúrur við Norðurstrok. Hópin av børnum, mammum og pápum møttu upp og onkur Rynkeby-vinur eisini.

Leiðin lá út á Norðoyri og heimaftur til KBI har alt møguligt leskandi stóð á borðinum – og so eitt gott prát.

Kravið var, at øll høvdu hjálm.

Ein frískur túrur í lágættarlotinum, sum eisini gjørdi, at tað var munin lættari at súkkla heim aftur – Tó har vóru onkrir væl dæmdir kjálkar kortini.

Í morgin er nógv á skrá, og kann skráin lesast her