Okkara vakra náttúra er vælvera í sær sjálvum, serliga ein slíkan dag sum í dag, men tað ger ikki upplivingina verri, at kommunan stuðlar upp undir enn betri karmar til vælveru
Í longri tíð hevur kommunan arbeitt við ynskinum um eitt dypparaneyst í Borðoyarvík. Nú hevur neystið veruliga tikið skap, og í morgun varð tað tikið í nýtslu. Royndir dypparar møttu trúføst, men hugnakvøldið um dypping í Amarant í gjár, hevði eisini við sær, at óroyndir dypparar møttu til dypping í morgun
Í fyrstu atløgu er neystið ætlað sum eitt skiftingarrúm við neyðugum hentleikum, men sum tíðin líður, er ætlanin eisini at víðka tilboðið við møguleika fyri sauna gosi á ovaru hæddini í neystinum.
Í gjáramorgunin varð skipað fyri “Slow morning yoga” í Varpinum, har 20 kvinnur møttu longu kl. 6:45, og seinnapartin í gjár luttóku eisini nógv børn í postarenning hjá bókasavninum. Tað er gleðiligt at síggja, at undirtøkan fyri tiltøkunum hesa vikuna er so stór
Skráin í dag, 3. mai
Kl. 17.00 í dag verður skipað fyri einari hugnaligar kvøldsetu úti í Grøv. Eggjað verður familjum, ungum og eldri at spáka sær túrin út í Grøv, har Jóngerð Biskopstø fer at greiða frá, hvussu náttúran kann brúkast sum venjingaramboð, og Steintór Rasmussen spælir nøkur løg.
Alla vikuna hevur Ergoblóman eisini havt postar hangandi uppi á ymiskum støðum úti í Grøv. Hetta er ætlað bæði smærri og eldri børnum.
10 ymiskar uppgávur eru at loysa, so byrja vikuskifti við einari hugnaligari løtu úti í Grøv.









