Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virkishúsið føðingardag

Oliver Joensen

Týsdagin 27. februar í fjør var Virkishúsið tikið í nýtslu og hevur tað sostatt júst haft sín fyrsta føðingardag.

Tíðin hevur gingið skjótt og vit hava haft somikið nógv at gera, at vit, satt at siga, gloymdu at hátíðarhalda dagin.

Men í morgin 16. mars fara vit at feira dagin við manér. Frá klokkan 16.00 til 18.00 hevur Virkishúsið opið hús og vilja vit við hesum bjóða øllum, ið hava hug, at koma innar at heilsa uppá okkum og fáa sær ein kaffimunn og okkurt leskiligt afturvið.

Í samband við føðingardagin verður onkur framførðsla hjá børnunum, og eisini fara vit at vísa myndir o.a. frá farna árið.

Heimasíðan hjá Virkishúsinum – www.husid.fo – verður virkin í morgin, so vit fara eisini at nýta høvi, at vísa hana fram, samstundis við, at búmerkið hjá okkum verður tikið í nýtslu.

Møguleiki verður hjá børnunum og teimum ungu at tekna seg sum lim í Virkishúsinum. Kostnaðurin fyri hetta er 100,- kr fyri árið og gevur teimum avsláttur til øll tiltøk í Virkishúsinum og í Dávavirkinum. Eisini sleppa tey bíligari til skeið o.a., sum Virkishúsið skipar fyri.

Um alt klappar hjá okkum, so verður eisini møguleiki at keypa sær ein t-skjúrtu, brochur og klisturmerkir við búmerkinum á.

Í samband við føðingardagin skal sigast, at Virkishúsið ikki hevur opið sum vanligt, men bert frá kl. 16.00 til 18.00. Klokkan 20.00 verður so 80’ara rock discoteque fyri børnunum. Kostnaður 30,- kr, limir hjá Virkishúsinum

20,- kr

Vónandi hyggja nógv fólk framvið at hátíðarhalda føðingardagin saman við okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum