Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virkishúsið stórfingna gávu

Norðlýsið

Fríggjadagin í síðstu viku fekk Virkishúsið ein kekk áljóðandi 10.000,- kr frá Jákup Ziskason í samband við, at hann nú hevur gjørt mat í 40 ár.

Virkishúsið fekk kekking handaðan til móttøkuna hjá Jaákupi fríggjadagin í Skálanum. Hergerð handaði Virkishúsinum kekkin og segði, at tey kundu hugsað sær, at peningurin varð nyttur til fyribyrging av narkotika og øðrum rúsandi evnum.

Á Virkishúsinum fara tey nú at leggja høvdini í blot fyri at finna uppá okkurt skilagott at brúka peningin til.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkr kommunu takkar virkishúsið fyri stórfingnu gávuna frá Jákupi og Hergerð.

Kelda: www.klaksvik.fo