Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi meira enn tvífaldað seinastu 15 árini

John William Joensen

Tað er helst sjáldsamt at tað hevur eydnast einum sjúkrahúsi at menna seg so skjótt sum Klaksvíkar Sjúkrahús. Seinastu 15 árini er virksemið sum heild økt við meira enn 100% og innan ávís øki við meira enn 200%.

Tað er helst sjáldsamt at tað hevur eydnast einum sjúkrahúsi at menna seg so skjótt sum Klaksvíkar Sjúkrahús. Seinastu 15 árini er virksemið sum heild økt við meira enn 100% og innan ávís øki við meira enn 200%.

Fyri 15 árum síðani vóru serlæknavitjanir innan 2 øki meðan tey nú eru innan 8 øki. Samanlagt 17 serlæknar vitja nú Klaksvíkar Sjúkrahús regluliga og teir flestu hava gjørt hetta seinastu 10 – 15 árini.

Ambulatoriini sum fyri 15 árum síðani vóru 3 eru nú 14 og tað er vorið vanligt at eini 3 – 5 ambulatoriir ganga samstundis dagliga.

Ambulant kirurgi er vaksin við meira enn 400% og er nú stórsta skurðvirksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í tí samlaða virkseminum innan sjúkrahúsverkið er luturin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi vaksin frá 6% fyri 15 árum síðani til 15% í dag.

Fyri 15 árum síðani var ein læknaskrivari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í dag eru 6 læknaskrivarar.

Kanningarnar á røntgendeildini eru støðugt øktar og serliga eftir at undirsjóðar tunnilin opnaði eru alt fleiri sjúklingar komnir úr Eysturoy til at taka røntgen ístaðin fyri at fara til Landssjúkrahúsið.

Rannsøknarstovan hevur havt líknandi gongd og hevur nú eisini regluligt virksemi í Eysturoy.

Tá kommunulæknavaktin flutti til Landssjúkrahúsið vuksu vitjanir á skaðastovuna munandi og virksemið hjá forvaktini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum yvir árini er økt munandi øktist nú við umleið 30% afurat av hesum.

Spurningar til politisku skipanina

Ein kann av røttum spyrja um politiska skipanin er greið yvir at virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er økt til meira enn tað dupulta seinastu 10-15 árini. At týdningurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri nærøkið hevur munandi størri týdning í dag enn fyri 15 árum síðani. Í hvussu so er sæst tað ikki aftur í játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Plásstrot á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Í kjalarvørrinum á skjótt vaksandi virkseminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gjørdist longu í 2003 púra greitt, at haldast kundið ikki fram innan verðandi karmar.

Sjúkrahúsið er gamalt og soleiðis er tað ikki bert plásstørvurin sum gerð um seg. Tað snýr seg eisini um høliskarmarnar sum eru úr tjúkkum betong og sostatt illa kunnu flytast.

Jákup Petersen, Yvirlækni, greiður frá at trupulleikin gjørdist soleiðis dupultur. 

– Fyri tað fyrsta vóru ongi høli til ambulatorium, ongi høli til kikarakanningar í tarm, ongi høli til vitjandi serlæknar, ongi kanningarhøli og heldur ikki neyðug serhøli til kanningar, tørvandi goymsluhøli, ongin sterilsntralur, niðurslitin og alt ov smá rúm á seingjardeildum o.s.fr. Harafturat kom so, at høliskarmarnir sum eru úr trivaligum jarnbetong ikki hóska seg til nútímans sjúkrahúshøli.

– 2005 vóru so starvsfólk sett at gerða eina meting av tørvinum. 3 bólkar vóru skipaðir og komu teir við hvør sínari rapport í 2006.

– Tað framgekk tíðuliga av hesi rapport, at hølistørvurin varð munandi størri enn vit óttaðist fyri. Harafturat varð tað ofta so at siga ómøguligt at brúka verðandi høliskarmar.

– Tað mesta bar á tann bógvin, at byggjast skuldið uppí ella nýtt fyri at sjúkrahúsið skuldi kunna fungera.

– Eg trúgvi at at flestu politikarar eru als ikki greiðir yvir at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ein so stóran plástrupulleika, at tað skjótt má lata aftur um onki verður gjørt við málið?

– Teir eru heldur ikki greiðir yvir at skurðgongin stendur til at lata aftur um hildið verður fram við verðandi ætlan. Longu í 2006 hava hava starvsfólk a sjúkrahúsinum givið úr hondum 3 rapportir har stóri hølistrupulleiki er staðfestur, men eg trúgvi ikki at politikarar kenna til hesar rapportirnar, sigur Jákup Petersen.

Harleyfacadeacryl