Tað má vera boðskapurin til okkum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd eftir at hava lisið fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum fyri 2015, har árliga játtanin uppá 1 millión verður lækkað niður í 800.000 kr. Játtanin frá landinum er einasta inntøka hjá RFF fyri uttan tær um 190.000 kr., sum kommunurnar og onnur gjalda í limagjaldi.
Tað má vera boðskapurin tilokkum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd eftir at hava lisið fíggjarlógaruppskotið hjálandsstýrinum fyri 2015, har árliga játtanin uppá 1 millión verður lækkað niðurí 800.000 kr. Játtanin frá landinum er einasta inntøka hjá RFF fyri uttan tærum 190.000 kr., sum kommunurnar og onnur gjalda í limagjaldi.
Endamálið hjá Ráðnum fyriFerðslutrygd er, sum tað eisini framgongur av viðtøkunum, at
gera ferðsluna tryggari við:
– at betra ferðsluvanarnar við upplýsing og fjølbroyttum fyritakssemi,
– at stuðla ferðsluundirvísingina við ráðgeving og stuðuli,
– at útvega tíðarhóskandi og viðkomandi undirvísingarmiðlar í ferðslulæru,
– at skipa fyri skeiðvirksemi og trygdarfremjandi verkætlanum
– at geva sakliga upplýsing um øll tey viðurskifti, sum eru til ampa fyriferðslutrygdina
– at samstarva í góðum stevi og hóskandi vavi við myndugleikar, stovnar ogeinstaklingar í ferðslutrygdarspurningum
– at fáa støðugar og viðkomandi upplýsingar um ferðsluóhapp/-vanlukkur,skaðaorsakir o.a. at nýta í ferðslutrygdararbeiðinum og
– at fáa regluligt fjølmiðlainnivist við ferðslutrygdarboðskapi ráðsins.
har støðið verður tikið í Nullhugsjónini og Ferðslutrygdarætlanini.
Tryggingarfelagið Føroyarog Trygd, stuðla RFF í sambandi við ymisk upplýsandi átøk í miðlum. Samanstuðla tey harumframt Ferðsludøgunum fyri landsins 8. flokkum og súkkluhjálmumtil 1. flokk, eins og Tryggingarfelagið Føroyar fíggjar nýggja undirvísingartilfariðtil fólkaskúlan.
Sum er stendur á at røkkaendamálinum við verandi játtan og tá játtanin nú verður skorðin so nógv, verðurtað nærum ógjørligt.
Vit hava tvørtur í móti sæð fyri okkum, at tørvur er á at víðka virksemiráðsins fyri betri at kunna røkka endamálinum við RFF. Men við boðskapinum umskerda játtan til RFF í 2015, verður tann parturin av ongum.
Avbjóðingin verður so at raðfesta arbeiðsorkuna, sum er eitt starvsfólk íføstum starvi (stjórin sjálvur), so vit framvegis kunnu virka fyri nøkrum heiltgrundleggjandi tingum í ferðslutrygdarøkinum, men tað er greitt at okkurt máskerjast.
Eyðsæð er, at sumt er batnað munandi í føroysku ferðsluni, hettavísa hagtølini fyri fleiri ár. Kortini eru onnur ár, har munandi fleiri doyggjaí Føroyum enn í grannalondum okkara og sum heild liggja vit væl hægri enn teylondini vit vanliga samanbera okkum við.
Tað er greitt, at vit koma ikkisovandi til tryggari ferðslu. Skulu vit bjarga fleiri lívum, krevur tað, atfleiri partar áhaldandi arbeiða við nullhugsjónini fyri eyga. Tað vil siga øktpolitieftirlit, tryggari vegir, tryggari bilar, kunningarátøk og undirvísing.Hesi bæði seinastu eru starvsøkið hjá RFF, og av tí, at just hugburðurin tilferðslu og atburðurin í ferðsluni eru orsøk til nógv flest ferðsluvanlukkur, soer sera umráðandi at eisini hetta økið verður høgt raðfest í samlaðaferðslutrygdararbeiðinum.
Tað er ørkymlandi, at ætlanin er at skerja játtanina til RFF við 20%, eisinivið atliti til, at verandi Ferðslutrygdarætlan fer at ganga út í 2015 og atarbeiðið við at gera nýggja ætlan skal setast í verk. Júst hetta hevur stórantýdning fyri víðari arbeiðið fyri yvirskipaðu ferðslutrygdini, so allir partarkenna sína uppgávu við støði í nullhugsjónini og nýggjastu vitanini áferðslutrygdarøkinum.
Inntøkugrundarlagið er nú á so lágum støði, at tað er ilt at skilja, hvussulandsstýrið ætlar at RFF skal vera við til at økja um ferðslutrygdina viðNullhugsjónini í hondini. Ein hugsjón, sum løgtingið í 2006 samtykti skuldiverða stavnhald fyri øllum ferðslutrygdararbeiði í Føroyum. Hetta kann illauppfatast sum annað enn eitt skot fyri bógvin fyri trygdina í føroyskuferðsluni.
Tórshavn 1. oktober2015 Starvsnevnd ráðsins fyriFerðslutrygd




