Jørgen Niclasen dró fram nøkur orð í løgtinginum, ið hann helt vóru vísdómsorð hjá Jógvan við Keldu.
Undir 2. viðger av løgtingslóg um grundupphædd hjá pensjonistum, hevði Jørgen Niclasen eina viðmerking, har hann helt, at nøkur vísdómsorð hjá Jógvan við Keldu vóru passandi at taka fram í kvøld.
– Jógvan við Keldu segði nógv gott, men einaferð segði hann eftir mínum tykki vísdómsorðini, at tað var betri at sova uppá tað enn ikki at sovna av tí, segði Jørgen Niclasen, ið helst sipaði til, at tað neyvan var heppið at viðgera og taka støðu til eitt so álvarsligt mál í nátt.




