Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísið varsemi í ferðsluni – ansið eftir teimum smáu!

Tíðindaskriv

Komandi viku fara børnini aftur í skúla. Politiið heitir á øll, um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni. 

Forskúlabørnini og børnini, sum fara í 1. flokk, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni, tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti. Í samband við skúlabyrjan verður Politiið til staðar kring skúlarnar og ger kanningar. Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar. 

Serliga verður hugt eftir: 

– ferð 

– um børnini eru íbundin trygdarbelti og nýta rætta trygdarútgerð 

– um førarin sjálvur er íbundin trygdarbelti 

– um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum, sum sínum egnu 

Politiið vil við hesum ynskja øllum børnum og foreldrum í Føroyum eina trygga og góða skúlabyrjan.

Harleyfacadeacryl