Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísindaligar kanningar: minni av makreli í ár, men nógv æti í sjónum

Danial Viðoy

Fólk frá Havstovuni eru fyri kortum komin aftur av kanningarferð við Finni Fríða. Talan er um norðurlendskt samstarv, har makrel- og sildastovnurin verður kannaður. Tað er minni til av makreli og sild í føroyskum sjógvi í ár.

Fólk frá Havstovuni eru fyri kortum komin aftur av kanningarferð við Finni Fríða. Talan er um norðurlendskt samstarv, har makrel- og sildastovnurin verður kannaður. Tað er minni til av makreli og sild í føroyskum sjógvi í ár.

Endamálið við kanningunum var, at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli og norðhavssild um summarið, tá hesir uppsjóvarfiskar leita sær føði norðanfyri. Kanningin er partur av felagskanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar og Noreg, har vit kannaðu føroyska økið og norður í altjóða sjógv, stendur at lesa í fyribils frágreiðingini frá Havstovuni.

Hvussu verða slíkar kanningar gjørdar?

Øll veiðan varð skrásett, og upp til fimm kurvar av veiðuni vórðu tiknar frá til kanningar. Umleið 100 fiskar av hvørjum slagi (makrel, sild og svartkjafti) vóru mátaðir, vigaðir og kynjaðir. Magaprøvar og nytrur vórðu tiknar av 10-15 fiskum av hvørjum slagi í hvørjum háli, umframt at búnungarstig varð kannað.

Tilsamans vórðu 33 hál gjørd í vatnskorpuni á føstu støðunum á túrinum.

Úrslitini lakari í ár, men nógv æti

Fyribils úrslitini vísa, at væl minni var til av bæði makreli og sild í føroyskum sjógvi í ár í mun til í fjør. Mest var at fáa av bæði makreli og sild norðan fyri og í ein landnorðing úr Føroyum, ímeðan væl minni var at fáa sunnanfyri og vestanfyri, stendur at lesa í frágreiðingini frá Havstovuni.

Meiri svartkjaftur var fingin í ár í mun til undanfarnu ár. Serliga heilt smáur svartkjaftur 0 og 1 ára gamal var at fáa. Orsøkin til hetta er helst, at bert varð trolað í yvirflatuni, har serliga ungur svartkjaftur heldur til.

Tað hevur verið snakkað um, at meira æti er í sjónum. Tað er okkurt, sum bendir á tað, tí æti var at síggja í teimum ovaru løgunum í øllum kanningarøkinum. Talan var serliga um reyðæti, Calanus finmarchicus sum er høvðusføðin hjá sild og makreli um summari.