Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísindavøka á ferð á Bókasavninum við Løkin í kvøld

Granskingarráðið

Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september

 

 

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Mánakvøldið 15. september kl. 19 verður vitjað á Bókasavninum við Løkin.

Skrá

  • Upphitingin av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
    Bogi Hansen, Havstovan

 

  • Ein havmyndil fyri landgrunnin við livandi veðri
    Jari í Hjøllum, Veðurstova Føroya

 

  • Kennir gulllaksurin viðgerðarøkini hjá ICES?
    Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.