Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísindavøkan byrjar í dag

Danial Viðoy

Aftur í ár skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku. Vøkan byrjar í dag.

Aftur í ár skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku. Vøkan byrjar í dag.

– Í ár fara vit undir eitt nýtt átak: Vísindavøkan á ferð – bílegg ein granskara! Vit hava bjóðað stovnum, fyritøkum, skúlum, feløgum o.ø. at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur uttan kostnað. Í alt 46 fyrilestrar verða kring alt landið, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.


Skráin er her

Sjálv Vísindavøkan verður fríggjadagin 25. september, altso í dag, í Granskarasetrinum iNOVA.

Sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.

Nógv spennandi tiltøk verða til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking.

Lærarar og næmingar úr Studentaskúlanum í Hoydølum fara at gera ymsar royndir fyri børn og ung í einum telti uttanfyri.

Um kvøldið verður kvøldartiltak við kjaku undir heitinum: “HVussu fáa vit meira burturúr fiskivinnuni”. Unn Laksá og Hans Ellefsen fara at hava stuttar framløgur, síðani verður kjak. Sangur er á skránni og aftaná verður handan av ársins miðlaheiðursløn.

Vísindavøkan er opin fyri øllum, tó at tað krevst tilmelding til fyrilestrarnar fyrrapart.


Skráin fyri framløgurnar er her

Tiltøkini verða frá morgni (í morgun) og til umleið kl. 22.00 og øll tiltøk eru ókeypis.

Í samstarvi við Sosialin hava vit gjørt eitt temablað um Vísindavøkuna og um gransking.


Vísindavøkublaðið 2015 kann eins og bløðini frá 2012, 2013 og 2014 lesast her.