Ein, íð seinastu tríati árini hevur mælt til (eisini grenja), at fáa daggamlan fisk, bløðgaðan, niðurkøldan upp á land, so allur innvølurin kundi fáast til høldar.
Gjørdist ikki sørt skakkur – tá granskari sigur, at bara livurin hevur eitt útflutningsvirðið uppá 250 kr/kg.
Kenni nógvar útróðramenn, íð vildu avreitt fiskin ósløgdan, um teir fingu somu úrtøku netto, sum í dag fyri sløgdan fisk.
"Tað letur seg ikki gera" " Tað loysir seg ikki" Eru svarini ein hevur fingið av landi?
Spurningurin er tí, hvussu nógv av hesum 250 kr. kann latast í rávøruprísi??
Verður hann sum nú, bert ca. 2% av útflutningsprísinum. So eru sannlíkindini fyri, at kryvjarnir fara at lata "Tobba" lóggeva seg í geglið –Størri — Enn, at teir standa í rulli, og brúka nógva eykaorku , at toga hvønn livrabrodd til høldar??
Vinarliga
Absalon í Buð
P.s Var rávøruprísur á toski 2% av útflutningsprísinum, so táttaði exportprísurin í 1500 kr/kg.




